Innanlands

Løgtingsmaður nú meldað seg í ALS

Ingolf S. Olsen missir sessin, tí Magni Arge kemur aftur í løgtingi

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-17 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ingolf S. Olsen, sum hevur verið varamaður á tingi hjá Tjóðveldi hetta valskeiðið, er ikki longur tingmaður, og er farin upp í Arbeiðsloysisskipanina.

Tað skrivar nú fyrrverandi tingmaðurin hjá Tjóðveldi á Facebook í dag.

Ingolf S. Olsen hevur verið varamaður fyri Magna Arge, sum hevur verið í fólkatinginum, og nú hann ikki varð afturvaldur, og Magni tekur sæti á løgtingi aftur, dettur Ingolf S. Olsen út í myrkri.

- Sum varamaður á tingi hevur tú ikki rætt til bíðiløn, men missir inntøkuna í somu løtu, tú missir sessin. Eg eri fegin um og errin av, at vit í Føroyum eiga eina so samhaldsfasta skipan sum ALS, sigur Ingolf S. Olsen, sum eisini hevur arbeitt sum journalistur.

Løgtingið er farið í summarfrí, og kemur helst ikki saman aftur fyrr enn á ólavssøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder