Okkurt bendir á, at Aksel V. Johannessen, løgmaður, fær alsamt størri undirtøku millum veljararnar, tá hann sigur, at ongin orsøk er at halda løgtingsval áðrenn valskeiðið er runnið.
Tá Spyr.fo spurdi 500 veljarar sunnukvøldið um teir halda, at løgmaður skal skriva val út nú, var ikki longur ein meiriluti, sum segði ja.
Tað stendur so at siga á jøvnum millum ja og nei. 44,0 prosent søgdu nei og 43,5 prosent søgdu ja.
Hetta er ein markant broyting í mun til fyri einum mánaðí síðan. Á kanningini, sum varð gjørd 25. januar, søgdu 54,4 prosent, at løgmaður skal skriva út val nú, meðan 33,2 prosent søgdu nei.
Tá hugt verður eftir hvønn flokk fólk ætla sær at velja, so er tað týðuligt, at tað serliga eru fólk, ið stuðla verandi andstøðuflokkum, sum ynskja val sum skjótast, meðan veljararnir hjá verandi samgonguflokkunum halda, at valið kann bíða.
Men nýggjastu tølini vísa tað tað nú eru nógv færri veljarar í nærum øllum flokkum, sum vilja hava val beinanvegin.
Munurin millum svarini nú og fyri einum mánaði síðan sæst við at klikkja millum skiljibløðini í grafikkinum herundir.
Fyri fýra árum síðani boðaði táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannessen, frá undir løgmansrøðu síni ólavsøkudag, at løgtingsval fór at vera 1. september.
Tí skal løgtingsvalið í ár haldast innan 1. september. Við hesi kanningini kann sigast, at løgmaður hevur fingið ”loyvi” frá veljarunum at bíða til ólavsøku at útskriva valið. Sambært vallógini skal valið haldast í minsta lagið fýra vikur og í mesta lagið fimm vikur eftir fráboðanini um at val er útskrivað.
Ólavsøkudagur í ár er sunnudag. Skrivar Aksel V. Johannessen út løgtingsval tá, so skal tað valið haldast í tíðarskeiðinum ein av døgunum millum 25. og 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald