
Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen vil hava Ísrael at loyva palestinum úr Gaza at fáa sjúkrahúsviðgerð í Eysturjerusalem og Vestara Áarbakka.
Tað segði hann á tíðindafundi fyrrapartin í dag í sambandi við vitjan sínari í Ísrael, skrivar Ritzau.
Løkke hevur áður skotið upp at seta av 30 milliónir krónur til viðgerð av álvarsliga løstaðum palestinum úr Gaza. Hendan viðgerðin skal verða á sjúkrahúsum í Eysturjerusalem. Ísrael hevur tó ikki tikið av tilboðnum.
Á tíðindafundinum kom Løkke eisini við áheitan á Ísrael um at steðga álopini í Gaza.
Danski uttanríkismálaráðharrin vitjar í dag bæði í Ísrael og hersettum palestinskum økjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald