Innanlands

Løkke vil ikki hava borgarliga samgongu

Forsætisráðharrin sigur nú, at hansara fyrsta val er ein stjórn ímillum royndu flokkarnir á miðjuni

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-06-04 15:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Eg eri komin til ta niðurstøðu, at um Vinstra gongur fram í morgin, fari eg at brúka alla mína orku og royndir til at vita, um tað ikki ber til at gera eina stjórn við teimum royndu flokkunum á miðjuni. 

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen við DR. Og tað fyllir nógv í donskum miðlum, at forsætisráðharrin í dag, ein dag undan valinum, hevur gjørt greitt, at hann ikki longur ynskir eina borgarliga samgongu. Hann vil heldur hava eina stjórn ímillum flokkarnar á miðjuni. 

Hettar er ikki fyrstu ferð í valstríðnum, at Lars Løkke Rasmussen kemur við fráboðanum um samgongu, ið hava tikið fólk á bóli. Undir valstríðnum gav hann bók út, tá hann nevndi møguleikan at skipa stjórn saman við Sosial demokratunum. Tá segði hann tó, at hansara ynskistøða var, um hann kundi skipa stjórn saman við hinum borgarligu flokkunum. 

Men nú hevur Lars Løkke Rasmussen eftir øllum at døma broytt støðu. Hóast hann ikki vil siga, hvørjar flokkar á miðjuni talan er um, men einans, at hann ikki vil hava flokkarnar uttast á nøkrum vongi at hava ov stórt vald. 

Danska blaðið Politikken vísir á, at Radikali Vinstraflokkurin bjóðaði møguleikanum vælkomnum, tá Lars Løkke Rasmussen vísti á møguleikan at gera stjórn við Sosial demokratunum. Hinvegin hevur formaðurin í Danska fólkaflokkinum eisini sagt, at hann vil vera við í einari tílíkari stjórn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder