Flogternurnar hjá Atlantic Airways hava leingi livað við, at løn og setanartreytir eru munandi verri, samanborðið við onnur flogfeløg.
Ein gjøgnumgongd vísir at lønarlagið hjá flogternunum hjá Atlantic Airways, eitt nú liggur 12-13 prosent undir lønarlagnum hjá flogternum í Air Greenland, sum í stóran mun minnir um Atlantic Airways.
Bæði feløgini flúgva í norðurlondum, flúgva leiguflúgving fyri onnur feløg og eru almenn partafeløg. Tískil njóta bæði feløgini gott av at hava eina einkarættarstøðu á meginpartinum av teirra rutunetið, hóast kappingin økist við tíðini.
Arbeiða meir og forvinna minni
Hjá Atlantic Airways hava tey eisini sjálv leitað sær kapping við at fara inn á marknaðin fyri leiguflúgving og sokallað wet lease í Danmark. Hetta merkir at tey leiga út flogfør við manning til eitt nú SAS.
Her er tað viðkomandi at sammeta við SAS veitaran CityJet, sum flýgur samsvarandi flúgving. Byrjunarlønin hjá einari flogternu í CityJet liggur 18 prosent omanfyri flogternurnar hjá Atlantic Airways.
Sjálvt um lønin er lægri hjá Atlantic Airways, so er mesta vikuliga arbeiðstíðin hjá Atlantsflog upp til 16 prosent longri enn hjá líknandi kappingarneytum.
Í mun til vanligar danskar sáttmálar, so hava flogternurnar hjá Atlantsflogið ikki rætt til løn í samband við fyrsta sjúkradagin hjá børnum. Hin vegin hava øll onnur starvsfólk hjá felagnum hendan ágóðan.
Ynskja at semjast á jøvnum føti
Starvsfólkini eru annars glað fyri at arbeiða hjá Atlantic Airways, siga fleiri av starvsfólkunum, sum tó ikki vilja nevnast við navni. Lønin veksur ikki av sær sjálvum, og tískil hevur tað verið eitt stórt ynski frá starvsfólkunum um at standa á jøvnum føti til samráðingar, tá úrslitini av seinastu samráðingunum hvørki hava verið gyltar ella nútíðarhóskandi.
Ynski um at standa á jøvnum føti við arbeiðsgevaran til komandi samráðingar, gekk upp við limaskapinum í FPU seinasta heyst.
- Tað er eyðsýnt, at leiðslan skal spara, har hon kann. Men í hesi støðu, er tað umráðandi at vit standa á jøvnum føti til samráðingarnar, og tað kunnu vit við at vera ein partur av FPU, søgdu bæði flogskiparar og flogternur, tá tey fóru upp í FPU.
Tað var við øðrum orðum, eitt ynski um at fáa kor á sama støði sum í øðrum flogfeløgum, sum fekk starvsfólkini at fara upp í FPU.
Ynskið var at møta leiðsluni á jøvnum føti til samráðingar, tá tey høvdu kensluna av at undanfarnar samráðingar ikki hava verið nøktandi.
Felagið segði upp starvsfólkaumboð
Soleiðis skuldi tað kortini ikki gangast flogternunum. Tey hava í fleiri mánaðir verið úti fyri at leiðslan hevur lagt forðingar fyri samráðingum um ein nýggjan sáttmála. Mikudagin í síðstu viku valdi leiðslan so, uttan ávaring, at geva forkvinnu og næstforkvinnuni í felagnum hjá flogternunum, durafjórðingin.
Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, hevur seinni hildið uppá, at uppsøgnirnar onki hava at gera við arbeiðið hjá forkvinnuni og næstforkvinnuni fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá flogternunum. Harafturímóti eru ”tungtvigandi” orsøkir til uppsøgnirnar. Hvørjar hesar orsøkirnar skulu eitast at vera, hevur felagið hvørki vilja viðmerkt ella sjalprógvað – heldur ikki fyri fakfelagnum hjá starvsfólkunum, FPU.
Felagið sigur seg vera til reiðar at semjast um nýggjan sáttmála, sum sjálvsagt er vorðið torførari, eftir at starvsfólkaumboðini fyri flogternurnar, sum skuldu standa fyri samráðingunum, eru uppsagdar.
- Luftfart.nu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald