
Seinnapartin í gjár varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið Fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.
Hesum boðar Maskinmeistarafelagið frá á heimasíðu sínari - talan er um ein tvey-ára sátmála.
Hetta er á pappírinum ein góð avtala fyri Maskinmeistarafelagið, ið hevur fingið eina lønarhækking, sum liggur á umleið fýra prosent. Hendan lønarhækkingin er 3,8 prosent fyrra árið og 4,05 prosent fyri 2024. Hetta skrivar mf.fo
Onkrar tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum. Millum annað er sáttmálin eisini galdandi fyri tænastuskip til alivinnuna, sum er skrásett í føroysku altjóða skipaskránni.
Allir sáttmálin kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald