Í gjár gav Terje B. Vestergaard út nýtt staklag við heitinum "Longsul".
– Sangurin bleiv til eitt kvøldið, har eg sat við klaverið og setti orð á tankar, um foldarlívið, avbjóðingar og um menniskju ið eg hevði mist innanfyri stutta tíð, sum stóðu mær nær, sigur Terje um "Longsul".
– Øll kenna vit til at missa onkran kæran, og at uppliva avbjóðingar, og vil eg við hesum sangi lýsa tað sum er mín vón í øllum hesum.
Lagið kann hoyrast omanfyri.
Um Longsul
Orð og lag: Terje B. Vestergaard
Lagt til rættis og framleitt: Jákup Zachariassen
Trummur: Jósva Debes
Bass: Eyðun Johannesen
Øll onnur ljóðføri: Jákup Zachariassen
Kór: Jón Svein Heinesen & Laila Carlsen
Upptikið: JakZac-Studio & Kris-Stuff Studio
Mix og mastering: Óli Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald