Innanlands

Løgtingslønin er ikki kappingarfør í mun leiðarastarv í privatu vinnuni

Tað heldur Gudny Langgaard, nú tað vísir seg at vera trupult at fáa fólk í góðum starvi at stilla upp

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-08 22:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vísir seg at vera torført at fáa fólk í góðum starvi at stilla upp til løgtingsvalið.

Lønin er eitt, men at starvið sum tinglimur er umleið hálv tíð, hevur eisini eina ávirkan.

Tað segði Gudny Langgaard, sum er stjóri í Vága Floghavn, við Dag & viku í kvøld.

[object Object]Gudny Langgaard (Savnsmynd)

- At lønin ikki er kappingarfør í mun til leiðarastarv í privatu vinnuni, og møguliga tað, at starvið er hálvtíð áleið. Tey sum hava ambitiónir hava ætlanir at arbeiða meira enn hálva tíð.

- Tað er kanska heldur ikki nóg attraktivt í form av effektiviteti, og tað at man brúkar nógva tíð uppá at kjakast um smá mál. Fólk sum eur í leiðandi størvum hava kanska ikki tol at sita í løgtinginum við tí mátanum, tað verður arbeitt uppá, segði Gudny Langaard við Dag & viku.

Mánaðarlønin hjá tinglimum liggur upp ímóti 40.000 krónum.

Síggj alt innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder