Fíggjarmálaráðið arbeiðir í løtuni við endurskoðan av almennum nevndarsamsýningum. Sum partur av hesum arbeiði er eisini ætlanin at eftirhyggja lønarbygnaðin innan almennar leiðslur, bæði hjá stovnsleiðslunum og almennu partafeløgunum.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svari til Heðin Mortensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin í grein 52 fyrispurningini har spurt var um stjóralønir á almennum stovnum og almennum partafeløgum.
Sambært Kristinu Háfoss er ætlanin at hetta arbeiðið skal vera liðugt á sumri 2019.
Tað er tó ikki soleiðis, at lønin hjá núverandi stjórum og leiðarum verður ávirkað.
- Tá tilmælið um nýggja lønarskipan fyri landsins stjórar og leiðarar er klárt, verður ætlan fyri íverksetan gjørd, soleiðis, at komandi stjórar hjá landsins stovnum, aðalráðum og partafeløgum verða løntir sambært hesum, sigur Kristina Háfoss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald