Um ellivu-tíðina í gjár sóu fólk á landi eina grind millum Oyndarfjørð og Elduvík - í Djúpunum.
Tey boðaðu frá, men eftir eina løtu varð avgerð tikin um at latu grindina fara. Hetta var Jacob Vestergaard, sýslumaður í í Norðoya- og Eysturoyar sýslu, sum gav boð um hetta eftir samráð við grindaformenn. Har er nóg mikið av grind í "Norðurøkinum" var fráboðanin.
Hetta upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í dag.
![]()
Jacob Vestergaard gjørdist í summar sýslumaður í í Norðoya- og Eysturoyar sýslu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta var tó ikki tað seinasta, ið eysturoyingar sóu til grindina. Alt bendir í øllum førum á, at tað var sama grind, ið var tætt við Leirvíkstunnilin seinnapartin. Tá varð mett at talan var um eini 40-50 hval.
Grindin varð ikki hildin til, men avgerð varð tikin um, at Havnstovan kundi merkja nakrir hvalir í Fuglafirði. Hetta varð gjørt seint seinnapartin í gjár, týsdagin.
Vaktleiðarin sigur, at nakrir útlendingar sóu hetta og forvitnaðist, tí tað ikki sá út sum tað vanliga, ella "tey kenna til", tá føroyingar hava við grind at gera.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald