2018-09-13 19:25
Tá avtornaði vísti tað seg at springararnir, sum vóru funnir við Flesjarnar seint seinnapartin vóru so smáir, at tað ikki loysti seg at halda teimum til.
Springararnir svumu seg inn á eina hellu við Søldarfjørð, og vórðu síðani koyrdir útaftur, og verða riknir út aftur, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Talan var um eina 10-15 smáar springarar. Eini seks bátar vóru við í rakstrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald