Rúsevni er rótin til alt ilt, og tað ætlar landsstýrið at gera nakað við nú. Tað lovar løgmaður í røðu síni á tingi í løtuni.
- Ábendingar eru um, at tað eru bakfólk í útlendskum harkaliðum, ið standa aftan fyri. Tey rinda ofta heilt ungum fólkum og viðbreknum borgarum í Føroyum smáar upphæddir fyri ólógligar tænastur. Tað skal steðgast, segði løgmaður, og segði, at tíðin nú er komin at politiski myndugleikin – í samráð við løgregluna – setur í verk serstøk átøk móti skipaðum brotsverkum og harkaliðum.
Løgmaður nevnir eisini møguleikan fyri at herða revsingar og styrka eftirlitið við markið.
- Men tað týdningarmesta er at fyribyrgja og tálma rúsevnanýtslu sum heild. Og her hugsi eg ikki bara um misnýtslu, men eisini nýtslu. Í seinastuni hava vit sæð fleiri dømi um, at tað er vorðið vanligt at taka rúsevni á almennum, sjónligum støðum, eitt nú á festivalum.
- Sum løgmaður verður tað ein av mínum fremstu uppgávum at seta neyðug átøk í verk ímóti tí. Tí avleiðingarnar eru vanlukkuligar.
- Fyri hvønn einstakling, sum kemur ígjøgnum lívið uttan misnýtslu, spara vit familjur fyri stúran, stovnar fyri stórar uppgávur og samfelagið fyri høgan kostnað.
- Tí verður SSP-samstarvið styrkt, sigur Beinir Johannesen m.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald