Innanlands

Lovisa Lassen sett sum kostfakligt starvsfólk á Skúlatrøð

Hetta er nýtt starv í Klaksvíkar kommunu, sum skal stuðla uppundir at skúlanæmingar eta meira heilsugott. Lovisa hevur útbúgving sum føðsluatstøðingur í 2010, bleiv professiónsbachelor í ernæring og sundhed í 2018 og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

2023-03-03 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lovisa Lassen hevur arbeitt á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum hondvekrari í køkinum, og sum kostrøktarstarvsfólk í eitt tíðarskeið, har hon var verkætlanarleiðari. Lovisa hevur eisini royndir frá Landssjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, umframt at hon hevur undirvíst á Húsarhaldsskúla Føroya.

Nú er hon sett sum fyrsta kostfakliga starvsfólki í skúlanum á Skúlatrøð. Klaksvíkar kommuna lýsir á heimasíðu sínari arbeiðsuppgávuna á hendan hátt.

- Uppgávan hjá Lovisu verður millum annað at útvega skúlanæmingum eina heilsugóða millummáltíð, sum yvir tíð skal mennast soleiðis, at skúlanæmingar ikki longur hava tørv á matpakka hvønn dag. Harumframt skal Lovisa taka sær av ymiskum praktiskum og somuleiðis orða ein mat- og máltíðarpolitikk, sum setur karmar um matarskipanina.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, fegnast um, at undirtøka hevur verið í býráðnum fyri hesi verkætlan.

-Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum gevur børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum, og tað eri eg sannførd um, at ein mat- og máltíðarskipan kann birta undir.

- Við hesi verkætlan slóða vit fyri á økinum, og tað eri eg ógvuliga errin av, og ikki minst spent.

Lovisa sigur eisini í stuttari viðmerking, at tilvitskan og kunning um heilsugóðan mat er eitt umráðandi øki at varpa ljós á, og tí gleðir hon seg at byrja í starvinum, har hon saman við øðrum á Skúlatrøð vónandi kann vera við til at geva børnum og ungum eina mattilvitan, sum kemur at geva størri matgleði og matmót.

Lovisa, sum sjálv er klaksvíkingur, byrjar í starvinum 1. apríl 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder