Innanlands

Lovisa Petersen Glerfoss er nýggjur stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Tekur yvir eftir Brynhild Høgnadóttir, sum herfyri segði starvið frá sær

2018-10-24 17:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur sett Lovisu Petersen Glerfoss í starvið sum stjóri fyri Ferðslutrygd, eftir at Brynhild Høgnadóttir herfyri segði starvið frá sær og tók við aðrari avbjóðing.

Lovisa P. Glerfoss er 40 ára gomul og útbúgvin sum diplomverkfrøðingur í byggitøkni og hevur drúgvar royndir í ferðslutrygdararbeiði. Hon hevur síðani 2004 havt um hendi ferðsluráðgeving og -planlegging, átøk og netverksarbeiði innan ferðslutrygd.

Hon hevur starvast sum málsviðgeri í Tórshavnar kommunu við millum øðrum ferðsluplanlegging og var í starvi hjá Gripskov kommunu, sum ferðslutrygdarráðgevi og verkætlanarleiðari í samstarvi við politiið, Vejdirektoriatið og Sikker Trafik millum annað við at betra um tryggleikan av vegateinum fyri skúlabørn. Í hesi tíðini tók hon prógv sum ferðslugrannskoðari og atkomuleikagrannskoðari.

Síðani 2014 hevur hon verið Tekniskur leiðari í Vága kommunu, har hon millum annað hevur virkað fyri eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Lovisa er limur í byggi- og býarskipanarnevnd landsins umframt at hon umboðar kommununa í Nordisk Vejteknisk Forum.

Lovisa Petersen Glerfoss byrjar í starvinum sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hin 1. desember 2018.

Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fegnast um, at hava fingið nýggjan stjóra at standa á odda fyri arbeiðnum hjá Ferðslutrygd við hugburðsbroyting, upplýsing og menning av tilvitanini um eina trygga ferðslu bygd á null-hugsjónina, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder