Innanlands

Loysn funnin á málinum um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins

Loysnin merkir, at verandi túratal á Oyggjaleiðum verður óbroytt, men gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-06-20 15:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip Landsins hava í dag funnið eina loysn á málinum um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins.

Loysnin merkir, at verandi túratal á Oyggjaleiðum verður óbroytt, men gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini, skrivar Samferðslumálaráðið.

Fyri Bygdaleiðir merkir loysnin, at ein ávís tillaging verður í virkseminum.

Sum nakað nýtt fara fastbúgvandi fólk á útoyggj nú at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast. Útoyggjar í hesum sambandi eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines.

Miðað verður eftir, at loysnin kemur í gildi tann 1. juli 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder