Ein samstarvstrupulleiki millum fyrstalæraran í Kaldbaks skúla øðrumegin og foreldur og skúlastýri hinumegin, er við eini skriviborðsavgerð loystur við, at fyrstilærarin verður fluttur í eitt varaskúlasjórastarv í Skúlanum á Giljanesi.
Tað kom óvart á foreldur hjá næmingunum í Giljanesi, tá skúlin beint eftir nýggjár á heimasíðu skúlans boðaði frá, at skúlin á nýggjárinum hevði fingið ein varaskúlastjóra afturat.
Nýggi varaskúlastjórin fær ábyrgdini av innskúlingini og bygdaskúlanum í Miðvági, varð sagt.
Nýggi varaskúlastjórin hevur fyrr verið lærari á Giljanesi og eisini eitt skifti røkt starvið sum varaskúlastjóri, og sat í hesum starvi, tá flutt varð til Kaldbaks at vera fyrstilærari.
Ikki lýst leyst
Foreldur hava undrast á setanina, serliga tí at starvið sum annar varaskúlastjóri á Giljanesi ikki hevur verið lýst leyst, og at tørvurin á einum varastjóra serliga at taka sær av innskúlingini og deildini í Miðvági hevur verið frammi, men tað var fyri nøkrum árum síðani, at spurningurin var aktuellur.
Portalurin hevur fingið innlit í málsgongdina, og tað vísir seg, at setanin av varaskúlastjóranum á Giljanesi var loysnin á einum samstarvstrupulleika í Kaldbaks skúla.
Tað var undan summarferiuni í fjør, at skúlastýrið í Kaldbak gjørdi Mentamálaráðið vart við trupulleikan, sum foreldrini høvdu við fyrstalæraran.
”Klaguskrivið snúði seg í høvuðsheitum um, at foreldur vóru ørkymlað um støðuna við atliti at leiðsluhátti og samskifti leiðarans, at næmingarnir ofta fáa frí úr skúlanum, tí at undirvísing verður avlýst, at mangan er eingin undirvísing, meðan næmingarnir eru í skúla, at næmingarnir hyggja ov nógv eftir filmi og at fakliga støðið týðuliga er lækkað”, stendur at lesa í eini frágreiðing hjá Mentamálaráðnum.
Kundi ikki halda fram
Roynt varð eftir summarfrítíðina at finna fram semju millum partarnar við luttøku av bæði lærarafelag og professionellum millumgongufólki – mediatori. Men Mentamálaráðið mátti staðfesta, at vónleyst var hjá fyrstalæraranum at halda fram í starvinum, tí viðkomandi ”so at siga ongan stuðul hevur hvørki millum foreldur ella í skúlastýrinum”.
Men heldur enn at fara undir eina uppsagnartilgongd, valdi Mentamálaráðið at flyta fyrstalæraran í annað starv, og tað gjørdist starvið sum annar varaskúlastjóri á Giljanesi við ábyrgd av innskúlingini og bygdarskúlanum í Miðvági.
Ónøgd millum lærarnar á Giljanesi
Onkur ónøgd hevur verið millum lærararnar skilst á skrivinum hjá Mentamálaráðnum. Álitisfólkið á skúlanum hevur víst á ónøgdina við avgerðina í skrivi til Mentamálaráðið, serliga við atliti til at starvið ikki varð lýst leyst.
”Málið er umrøtt bæði við lærarafelagið og skúlastjóran í Skúlanum á Giljanesi, men tey halda ikki, at ónøgdin er so stór, sum álitisfólkið vísir á, men at tað eru lærarar á skúlanum, sum kundu hugsað sær starvið...”, stendur at lesa í skrivinum hjá Mentamálaráðnum.
Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum varð eisini drigin inn í málið. Men var tað ikki hildið at vera nakar trupulleiki, at varastjórastarvið ikki varð lýst leyst.
Proportionalitetur
Kjakast var eisini um proportionalitetin í flytingini, tí starvið sum fyrstilærari í Kaldbak verður mett at vera tignarligari enn starvið sum varaskúlastjóri á Giljanesi.
Men hetta verður hildið upp móti lønarhækkingini úr 37.100 til 39.800 krónur um mánaðin umframt 17 prosent í eftirløn.
”Heildarmetingin er, at hetta var innan fyri rímiligt mark við atliti at bæði tign og løn”, er niðurstøðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald