Havnar Telvingarfelag og Kvøldskúlin hava seinastu tvey árini skipað eitt samstarv um tvey skeið í talvi fyri børn í 1.-7. flokki byrjarar - og eitt fyri 1.-7. flokki vand.
Farna skúlaár vóru 30 næmingar á hesum skeiðunum. Næmingarnir hava telvað í Gulaskúla.
Skeiðini eru so væl umtókt, at tey eisini eru á skeiðslistanum kvøldskúlaárið 2020/2021.
Helgi Dam Ziska, stórmeistari, fer at hava høvuðsábyrgdina, og so fer millum annað 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol at undirvísa.
Tað er helst fyrstu ferð, at so ungur telvari fer at undirvísa á einum skipaðum talvskeiði her á landi.
Tilmeldingin til Kvøldskúlan byrjar mánadagin 24. august 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald