Nærum ein triðingur av herinum í Hvítarusslandi er sendur til markið til Ukraina, sigur Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi.
Hetta skal vera eitt aftursvar til Ukraina, sum sambært honum hevur sent yvir 120.000 herfólk til markið.
– Um kríggj verður, skal verjan vera til staðar, sigur hann.
Lukasjenko nevnir ikki nøkur ítøkilig tøl, men sambært frágreiðingini "Millitary Balance" hjá tankasmiðjuni International Institute for Strategic Studies, sum er frá 2022, framgongur, at herurin í Hvítarusslandi hevur umleið 48.000 herfólk og umleið 12.000 fólk við markið.
Lukasjenko, sum loyvdi Russlandi at leypa á Ukraina frá sunnara parti av Hvítarusslandi í 2022, hevur áður sagt, ábendingar eru um, at Ukraina hevur ætlanir um at leypa á, men hann er tó ikki komin við nøkrum prógvum, skrivar Ritzau.
Les eisini: Lukasjenko: Mugu fáa ein enda á hesum bardaganum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald