placeholder
Innanlands

Lutakast um grundstykki í Hamrabøi í Kollafirði

Talan er um fýra grundstykki í útstykking frá 2017, sum eru 5-600 fermetrar til støddar

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-09-11 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at tekna seg til lutakast um fýra grundstykki í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu.

Talan er um grundstykki í útstykking frá 2017, sum eru 5-600 fermetrar til støddar og kosta 245.000 - 265.000 krónur. Stykkini eru ikki útgrivin og planeraði.

Verða fleiri grundstykki í útstykkingini latin inn aftur til kommununa seinni, verða tey eisini við í lutakastinum, skrivar kommunan.

Freistin at tekna seg til lutakastið er 21. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder