Hóast rættiliga fitt av fólki var í býnum nýggjársnátt, so gjørdist kvøldið lutfalsliga friðarligt hjá løgregluni. Helst var ringa veðrið orsøk til, at ongi stórmál eru at skriva um.
Treyðugt so, onkur var, sum hevði hjálp fyri at koma heim, og onkur mátti eisini flytast á sjúkrahús til viðgerðar. Men nevi var ongantíð á lofti, staðfestir vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.
Hóast ávarað var ímóti at brenna bál í nógva vindinum, so varð eldur festur í fleiri bál. Men tað tykist sum um fólk hava ansað væl eftir, og tí elvdu neistarnir frá bálunum ikki til nakran vanda, verður staðfest á politistøðini.
Út móti hálvgun tvey tíðina varð ein bilførari tikin í Havn, sum verður skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsevnum.
- Tað var týðuligt at viðkomandi var ávirkaður, hóast ikki hevði uppií. Blóðroynd er tikin, og bilførarin verður væntandi skuldsettur, sigur vaktleiðarin hjá politinum.
Ferðsluóhapp
Stutta løtu seinni fekk løgreglan fráboðan av Skálafjørðinum um ein persón, sum var farin út at koyra rúsdrekkaávirkaður. Ein patrúlja hjá politiðnum varð send at leita eftir hesum bilinum.
Beint eftir hetta kom fráboðan um eitt ferðsluóhapp nærhendis, og patrúljan varð í staðin biðin um at kanna hetta óhappið, har ein bilur hevði rent inn í ein annan. Tað vísti seg at vera sami bilur, sum patrúljan var send út at leita eftir.
Tvey fólk vórðu send á sjúkrahús til kanningar fyri smærri skaðar frá hesum ferðsluóhappinum, eins og kannað verður um talan kann vera um rúsdrekkakoyring, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Um fimm tíðina í morgun var ein bilur støðgaður í Havn, og bilførarin kannaður og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Garður pløgdur niður
Um rúsdrekka hevur verið við í spælinum er ógreitt, men í nátt hevur ein bilur rent so hart inn í ein garð á Argjum, at garðurin er oyðilagdur.
- Tá vit fingu fráboðanina um hálvgun trý tíðina, og okkara fólk var komið á staðið, var ongin bilur at síggja. Men vit hava savnað so mikið av bilpettum saman, at vit kunnu gera okkum eina meting av, hvør bilurin kann vera.
- Um talan er um rúsdrekkakoyring ella ikki, er ikki so týðandi. Fyri eigarin av garðinum er tað meira týðandi at finna fram til bilin, so at ábyrgdartryggingin hjá bilinum kann brúkast til at rinda fyri at fáa garðin gjørdan aftur, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald