
Aftur í morgun avdúka fyriskiparar av G! Festivalinum eitt føroyskt navn í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna. Dagsins navn er Lyon Hansen.
– Vit hava kent og dyrkað hann leingi, Lyon Hansen. Hann skrivar ótrúliga góð løg, spælir væl gittara og dugir sera væl at bera seg fram á palli. Við eini granskandi tilgongd hevur hann grivið runt í gomlum amerikonskum sangskattum og ljóðupptøkum. Hann skilur upprunan av hesum tónleiki og megnar at gera hann til sín egna – og so greiðir hann skemtiliga frá, á eini konsert, at hann ongantíð hevur verið í Amerika, og mann hugsar, at fer hann nakrantíð, tá missir hann kanska tann gandin, sum umgirðir alt hansara huglag.
– Tíbetur hevur hann enn ikki verið í statunum. Tvørtur ímóti, so hevur hann tappað inn í tann føroyska sangskattin, og hevur til seinastu konsertirnar við sínum nýggju føroysku løgum givið eina ábending um, at hann kanska hevur gjørt sín besta tónleik nakrantíð. Kom og hoyr ein av okkara allarbestu føroysku listafólkum, tá ið Lyon Hansen kemur at framføra á G! 2025.
G! Festivalurin verður í døgunum 17. til 19. juli. Onnur føroysk nøvn, sum eru avdúkað higartil eru Hallur Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Greta Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, og jazzygold.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald