Innanlands

Lýsa starvið sum Brekumboð leyst av nýggjum

Nýggja freistin at søkja nýggja starvið er 15. september. Upprunaliga komu fimm umsóknir inn

Ætlanin var í øllum førum at seta starvið 1. oktober

Ætlanin var í øllum førum at seta starvið 1. oktober

2025-08-26 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku skrivaðu vit um, at fimm fólk høvdu søkt nýggja starvið sum Brekumboð

Men eingin er settir enn, og Almanna- og Mentamálaráðið ynskir fleiri umsóknir.

Aðalráðið hevur á heimasíðu sínari í dag endurlýst starvið sum Føroya fyrsta Brekumboð.

Nýggja freistin at søkja er mánadagin 15. september 2025 klokkan á middegi, skrivar ammr.fo.

Tað var í fjør, at eitt einmælt Løgting samtykti at seta nýggju fyriskipanina í verk. Hon hevur til endamáls at styrkja rættindi hjá fólki, ið bera brek.

- Brekumboðið skal hava eitt sakligt, framlítandi og virkið eftirlit, sum bæði borgarar og myndugleikar kunnu hava álit á og virðing fyri. Nærlagni, góðska og óheftni eru aðaltættir í starvinum.

Les meira um starvið her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder