Innanlands

Lýtt veður komandi dagarnar

Sólin sær allan seinnapartin í morgin

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-04-23 15:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá røttum várveðri komandi dagarnar.

Í dag er frískur vindur av landsynningi, millum 9 og 11 m/s. Turt tað mesta sum eftir er av degnum, tó eitt lítið æl klokkan 21 í kvøld, um 0,2 mm. Hitin millum 8 og 9 hitastig.

Í morgin sigur hann frá frískum vindi upp í strúk av landsynningi, millum 9 og 12 m/s. Einki avfall og sólin sær allan seinnapartin. Hitin um 9 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder