2018-08-08 18:56
Sigrun Johannesen av Toftum er sonevnd Instababe hesa vikuna hjá mannfólkamiðlinum M!.
Redaktiónin á M! heitir á teirra lesarar at senda uppskot inn, og hvørja viku velja tey ein Instagrambrúkara, sum skarar framúr. Hesaferð er tað 28 ára gamli eigarin av klædnahandlinum Insito á Toftum.
- Eg eri sera ovfarin, og glað fyri heiðurin, sigur hon í samrøðu við M!.
-Eg elski at uppliva nakað nýtt og aðrar mentanir, tað haldi eg er hugtakandi. Eg elski góðan mat og gott veður. Umframt tað, so dámar mær væl at vera úti í náttúruni, sigur hon við miðilin.
- Tað ringasta eg veit eru negativ fólk og helst eisini vánaligt veður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald