Innanlands

Má klípa seg í armin fyri at skilja, at Koks er komið í heimselituna

Føroyar sum áður ikki hava verið beinleiðis kendar fyri gastronomi á høgum støði eru komnar í heimselituna, sigur mat- og vínredaktørur hjá Berlingske

Poul Andrias Ziska, Johannes Jensen og Karin Visth

Poul Andrias Ziska, Johannes Jensen og Karin Visth

2019-02-18 23:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Søren Frank sum er mat- og vínredaktør hjá Berlingske heldur tað vera óvæntað, at Koks í kvøld fekk eina michelinstjørnu afturat.

Mest eygnarívandi og positivt sæð við donskum eygum er uttan iva tær báðar stjørnurnar til Koks í Føroyum, skrivar hann á heimasíðuni hjá blaðnum í kvøld.

- Ein má klípa seg í armin fyri at skilja, at oyggjarnar við bara 50.000 íbúgvum, og áður ikki beinleiðis hava verið kendar fyri gastronomi á høgum støði, er komið í heimselituna, skrivar hann víðari.

- Men lítla matstovan við íblástri frá Noma, sum er nakað uttan fyri Tórshavn og rúmar 25 gestum, hevur uttan iva støðið, og livir fult og heilt upp til lýsingina, at vera eina ferð verda, sigur Søren Frank.

Tað var á samkomu í Århus í kvøld, at tað varð kunngjørt, at Koks fekk tvær michelinstjørnur í ár. Fyrstu stjørnuna fekk matstovan í 2017, og hetta var fyrsta michelinstjørnan nøkur føroysk matstova hevur fingið.

Sí eisini: Video: Stjørnuregn á Koks og Poul Andrias Ziska

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder