Uttanlands

Macron ætlar sær framvegis at tosa við Putin

Franski forsetin ætlar sær at seta seg í samband við russiska forsetan, hvørja ferð tað kann vera gagnligt, sigur hann

Franski forsetin, Emmanuel Macron segði herfyri, at hann hevur mist talið á øllum teimum samrøðunum, hann hevur havt við Putin seinasta hálva árið (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron segði herfyri, at hann hevur mist talið á øllum teimum samrøðunum, hann hevur havt við Putin seinasta hálva árið (Mynd: EPA)

2022-06-18 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland vil gera tað, sum landið kann fyri at hjálpa Ukraina í krígnum móti Russlandi, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron. Men hann ætlar sær framvegis at seta seg í samband við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin, tá hetta kann vera gagnligt.

Tað ger hann greitt í samrøðu við fronsku sjónvarpsrásina BFM.

Frakland hevur verið eitt slag av millummanni í stríðnum milum Russland og Ukraina, og Macron hevur brúkt tíð og orku uppá at samráðast við russiska forsetan, segði hann fyrst í hesum mánaðinum.

– Eg havi mist talið á samrøðunum eg havi havt við Vladimir Putin síðan desember.

Franski forsetin legði afturat, at hann hevur samskift við Putin eftir áheitan frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Hósdagin vitjaði Macron í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv saman við týska samveldiskanslaranum, Olaf Scholz og italska forsætisráðharranum, Mario Draghi.

Undir vitjanini gjørdu teir tríggir greitt, at teir tóku undir við at geva Ukraina møguleikan at gerast partur av ES, skrivar Ritzau.

Les eisini: ES-nevndin: Ukraina skal hava møguleika at gerast ES-land

Macron segði eisini, at tað er upp til Ukraina at avgera, um landið vil geva russarum landaøki í býti fyri frið. Russland hevur eisini áður kravt, at Ukraina skal viðurkenna Krim-hálvoynna sum russarar hertóku í 2014, sum russiskt øki, umframt at Ukraina skal viðurkenna økini Luhansk og Donetsk sum sjálvstøðug lýðveldi.

Ukrainski forsetin hevur tó fleiri ferðir sagt, at Ukraina ikki vil geva russarum nakað av teirra øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder