Uttanlands

Macron er kroystur

Tveir flokkar, ið franski forsetin ynskti at samstarva við í nýggjari stjórn, hava ikki somu ynski.

Val var 30. juni, men tað er framvegis fyribils stjórn í Fraklandi. Tað sær ógvuliga torført út hjá Macron at skipa stjórn (Mynd: EPA)

Val var 30. juni, men tað er framvegis fyribils stjórn í Fraklandi. Tað sær ógvuliga torført út hjá Macron at skipa stjórn (Mynd: EPA)

2024-08-28 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Val var í Fraklandi í 30. juni, men tað hevur gingið striltið við samráðingunum um nýggja stjórn.

Tað var greitt skilmarkað millum partarnar áðrenn valið, og tað var støðgur í samráðingunum, meðan OL var í landinum. Síðstu tíðina hevur ein fyribils stjórn verið í Fraklandi.

Emmanuel Macron kendi seg noyddan at útskriva nýval tíðliga í summar, men flokkur hansara, Ensemble, fekk ikki so nógv burturúr, og fekk Macron ikki so stóran persónligan stuðul heldur.

Gamaní eydnaðist ikki Mariene le Pen, Jordan Bardella og høgravenda RN at fáa eitt reint yvirtal, ið tað annars lá til eftir fyrsta umfar, hóast flokkurin einsæris var tann størsti.

Tað var óvæntað vinstravenda "samanrenningin" NFP, sum fekk flest sessir.  Hesi vil Macron tó ikki samstarva við í einum savnaðum bólki; ei heldur ynskir hann teirra uppskot, Lucie Castets, sum forsætisráðharra.

Hetti staðfesti Emmanuel Macron í gjár. Heldur vildi hann hava Socialistflokkin, tey økologisku grønu, og komunistarnar - sum eru partur í "NFP-samgonguni" - at arbeiða saman við "øðrum flokkum". Tað vil siga saman við sær.

Trupulleikin er bara, at ynski ikki gongur báðar vegir. Tað var skjótt, at leiðararnir í socialstaflokkinum og hjá teimum "økologisku grønu" gjørdu alment greitt, at tey ikki ynsktu at samráðast víðari við Emmanuel Macron.

Harvið situr 46-ára gamli Macron, sum hevur verið forseti í Fraklandi síðani 2017, í trongum skóm. Júst sum viðmerkjarar spáddi tað stutt eftir valið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder