
Tað er ein avbjóðandi tíð fyri Grønland, men Frakland og restin av ES stendur saman við grønlendingum, segði franski forsetin, Emmanuel Macron á tíðindafundi sunnudagin, tá hann vitjaði í Nuuk.
– Grønland er staðsett mitt í geopolitiska spælinum, og alt hetta økið er hótt, segði franski forsetin.
– So fyrst og fremst vil eg fegin senda ein boðskap um samhuga úr ES og Fraklandi.
Macron boðaði eisini frá, at Frakland hevur tikið avgerð um at lata upp eitt aðalkonsulát í Nuuk fyri at vera tættari at grønlendingum.
Macron er fyrsti útlendski statsleiðarin, sum hevur vitjað í Grønlandi, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá ynski sínum um at taka ræðið á Grønlandi. Hetta ynskið hevur hann endurtikið fleiri ferðir.
Franski forsetin greiddi eisini frá, at hann hevði kunnað Trump um vitjan sína í Grønlandi frammanundan, skrivar Ritzau.
Eftir vitjanina í Grønlandi fór Macron víðari til Kanada at luttaka á árliga G7-fundinum, sum er í hesum døgum. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen var eisini við í Grønlandi. Hon og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen eru í dag á ríkisfundi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald