
Franski forsetin, Emmanuel Macron hevur kallað inn til evropeiskan skundfund í París í dag at viðgera trygdina hjá Evropa, harundir støðuna í Ukraina.
Á fundinum luttekur m.a. danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sum umboð fyri norðurlendsku og baltisku londini, sum eru millum teirra, ið lata størsta stuðulin til Ukraina.
Á fundinum luttaka eisini stjórnarleiðarar úr Stórabretlandi, Týsklandi, Italia, Póllandi, Spania, og Hollandi, umframt Nato-aðalskrivarin Mark Rutte og ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen.
Á fundinum fara evropeiskir leiðarar m.a. at umrøða royndina hjá USA at halda Evropa uttanfyri friðarsamráðingar millum Ukraina og Russland, skrivar The Guardian.
Tað var undir trygdarráðstevnuni í München um vikuskiftið, at Keith Kellogg, serligt sendifólk hjá USA til Ukraina og Russland, segði, at Evropa ikki verður partur av friðarsamráðingunum millum Russland, Ukraina og USA. Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance hevði tó frammanundan sagt, at Evropa sjálvandi skuldi vera partur av samráðingunum.
Sambært Ritzau byrja samráðingar longu hesa vikuna. Keldur úr Washington siga við Politico og Reuters, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio og fleiri onnur umboð fyri umsitingina hjá Donald Trump skulu til Saudiarabia at hitta umboð úr Ukraina og Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald