
Franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, fara at koma við einum uppskoti um vápnahvíld í Ukraina, sum skal vera galdandi í ein mánaða í luftini, á sjónum og fyri álop á orkuundirstøðukervi.
Tað segði Macron við franska blaðið Le Figaro um vikuskiftið í sambandi við ferð hansara til London, har evropeiskir leiðarar hittust at umrøða støðuna í Ukraina.
Macron sigur, at tað fer væntandi at taka fleiri vikur at samráðast um eina slíka vápnahvíld, sum ikki fer at fevna um bardagar á landi.
Eisini sigur franski forsetin, at at evropeisk lond eiga at økja um útreiðslurnar til verju og brúka millum 3,0 og 3,5 prosent av BTÚ.
Ukrianski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum eisini var á fundinum í London, segði við miðlar, at hann var kunnaður um uppskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald