Innanlands

Macron til Kina í apríl

Endamálið við vitjanini er at fáa Kina at hjálpa sær við at leggja trýst á Russland fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina – Fríggjadagin almannakunngjørdi Kina eina ætlan um, hvussu ein endi kann fáast at krígnum

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2023-02-25 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í apríl vitjar franski forsetin, Emmanuel Macron í Kina. Endamálið við vitjanini er at fáa Kina at hjálpa sær við at leggja trýst á Russland fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sigur hann.

Í sambandi við ársdagin fyri russisku innrásina í Ukraina fríggjadagin, kom Kina við eina áheitan á Russland og Ukraina um at fara undir friðarsamráðingar.

Hetta er liður í einari størri ætlan um, hvussu vit, sambært Kina, kunu fáa ein enda á krígnum. Ætlanin, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin, inniheldur 12 stig.

Tey 12 stigini í ætlanini hjá Kina snúgva seg m.a. um at hava virðing fyri krígsfangum og umstøðunum hjá sivilfólki, og at tryggja kornútflutning úr Ukraina. Men sagt verður eisini, at sjálvavgerðarrætturin og landaøkini hjá øllum londum skulu virðast.

Kina sigur eisini, at eingir bardagar skulu vera nærindis kjarnorkuverk, og fordømir landið allar hóttanir um nýtslu av kjarnorkuvápnum. Og um friður er rokkin, skulu øll revsitiltøk fara úr gildi, uttan so at tey eru samtykt gjøgnum ST.

Macron sigur, at tað at Kina ger eina roynd at skapa frið er jaligt. Umframt hjálp til at fáa ein enda á krígnum, vil Macron eisini hava hjálp frá Kina til at tryggja, at Russland ongantíð fer at taka í brúk kemisk vápn ella kjarnorkuvápn. Samstundis heitir hann á Kina um ikki at senda russum vápn, skrivar Ritzau.

Eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur seg fegnast um, at Kina tekur lut í kjakinum um, hvussu ein endi kann fáast á krígnum, men hann sigur seg tó ivast í, hvat ætlanin hjá Kina ítøkiliga merkir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder