Uttanlands

Macron vil hava aldursmark á sosialar miðlar

Um ES ikki setur gongd á arbeiðið skjótt, ætlar hann sær at seta tað í verk í Fraklandi

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2025-06-12 08:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franski forsetin, Emmanuel Macron vil banna sosialar miðlar fyri ung undir 15 ár í Fraklandi.

Frakland hevur saman við Grikkalandi og Spania roynt at leggja trýst á ES fyri at fáa avmarkingar á nýtslu av sosialum miðlum hjá ungum.

Macron sigur, at hann ætlar at seta í verk eitt forboð í Fraklandi, um ES ikki hevur sett gongd á arbeiðið innan fáar mánaðir.

Tað er møguligt, tí sosialu miðlarnir hava møguleika at vátta aldurin hjá ungum.

– Eg gevi okkum nakrar mánaðir til at fáa gongd á evropeiska arbeiðið. Annars fara vit at byrja í Fraklandi. Vit kunnu ikki bíða, sigur Macron við sjónvarpsrásina France 2 sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder