2021-06-28 15:11
Sunnumorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um eitt harðskapsmál.
Talan var um ein mann, sum varð blivin álopin av fleiri øðrum. Løgreglan er enn í ferð við at kanna málið, og eru fýra persónar skuldsettir higartil, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Hvussu álvarsaman skaða, maðurin fekk, veit vaktleiðarin ikki at siga. Hann hevur fingið onkrar snuddir, men hann skal til nærri kanningar.
Í morgun fekk løgreglan eisini eina aðra fráboðan um harðskap, og tað málið skal eisini kannast nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald