Innanlands

Maður árendur á Vaglinum í Havn

Maðurin var á veg yvir um fótgangarafelt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-05 09:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 17:38 í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Vaglinum í Havn, har ein maður varð árendur.

- Vit vita ikki heilt hvat hendi, av tí at maðurin var innlagdur. Tá kemur viðgerð fram um avhoyring og tí hava vit ikki fingið tosað við hann enn, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Maðurin var á veg yvirum fótgangarafelti, tá hann varð árendur. Sum vaktleiðarin skilir tað hevur maðurin brotið okkurt rivjabein og hevur onkrar trupulleikar við rygginum.

Tann sum rendi á var verandi á staðnum til løgreglan kom og verður allarhelst ákærdur í málinum. Løgreglan fylgir upp uppá málið í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder