Innanlands

Maður dømdur fyri barnaporno

Ein maður er dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri barnaporno

2018-12-18 13:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag varð ein 33 ára gamal maður dømdur 2 ára fongsulsrevsing fyri barnaporno. Talan er um størsta málið um barnaporno í Føroyum nakrantíð. Tað visti KVF at siga í tíðindunum á middegi.

Maðurin hevði fingið hendur á meira enn 125.000 myndum og 4.000 filmum av barnaporno. Alt hettar er hent í tíðarskeiðinum frá 2005 til 2016. Maðurin hevði ein part av tíðini nýtt ein hátt at taka tilfarið niður uppá, sum gjørdi at onnur eisini fingu atgongd til tilfarið. 

Maðurin hevur verið í seksuellari og sálaligari viðger. Tann dømdi valdi at taka við dóminum. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder