2018-08-01 11:45
Í morgun varð ein maður funnin dripin á Amager í Keypmannahavn. Løgreglan í Keypmannahavn hevur handtikið tríggjar persónar í sakini.
Maðurin varð funnin í morgun klokkan 7 lokala tíð á horninum millum Christmas Møllers Plads og Vermlandsgade á Amager.
Carsten Ahrends, løgreglukommisserur, vil ikki siga um allir tríggir handtiknu verða ákærdir fyri morð.
- Teir eru í fyrstu syftu ákærdir fyri morð, tí at teir vórðu funnir har út. Men hvussu nógv teir eru blandaðir uppí er ov tíðliga at siga, sigur løgreglukommisserurin við DR.
Løgreglan heldur at maðurin varð dripin í nátt, men enn vita teir einki um hví hetta hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald