2019-01-14 14:29
Seinnapartin datt ein maður á sjógv við bátabrúgvarnar undir parkeringsøkinum á Skálatøð í Havn.
Fólk, sum vóru nærhendis sóu tilburðin, men tað tók eina løtu áðrenn maðurin varð fingin upp á turt aftur.
Tá var hann uttan vit, og rættiliga nógv niðurkøldur, tí maðurin var illa ílatin, frætta vit frá einum, sum var vitni til tilburðin.
Sjúkrabilur varð skjótur á staðnum, og flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald