2019-06-17 12:29
Týska løgreglan hevur nú handtikin ein mann í samband við drápið av týska politikaran Walter Lübcke.
Lübcke varð skotin og dripin fyri tveimum vikum síðani í heimi sínum, og nú er ein 45 ára gamal maður handtikin. Tað eru dna-royndir sum hava ført fram til mannin, sum nú er undir illgruna í málinum.
Maðurin varð handtikin leygarmorgunin í býnum Kassel. Hann varð varðhaldsfongslaður í gjár.
65 ára gamli Lübcke var stjórnarforseti í Kassel og limur av CDU flokkinum hjá Angela Merkel, kanslara. Lübcke varð funnin skotin í høvdið á terassu síni stutt eftir midnátt tann 2. juni.
Týskir miðlar skrivar at Lübcke fekk fleiri hóttanarbrøv fyri sín flóttafólkapolitikk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald