Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum máli, har ein tilkomin maður er undir illgruna fyri handilstjóvarí av rættiliga umfatandi slag.
Enn er maðurin ikki skuldsettur og enn hevur løgreglan ikki fingið fult yvirlit yvir, hvussu nógv viðkomandi hevur stolið fyri. Men løgreglan veit, hvør maðurin er.
Talan er um ein mann, ið henda seinasta góða mánaðin hevur keypt matvørur, og er farin gjøgnum skipanina, har kundin sjálvur skal skanna vørurnar inn og avgreiða handilin.
Staðfest er, at maðurin hevur snýtt við ikki at skanna allar vørurnar inn. Løgreglan hevur fingið vakmyndir, sum prógva hetta.
Tað er Miklagarð-samtakið, sum hevur boðað frá tjóvarínum, sum er gjørt í fleiri handlum hjá samtakinum frá síðst í november mánaði til í gjár – tey flestu tjóvaríini eru framd í Mylnu-handlinum í Berjabrekku, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
- Fyribils hava vit staðfest og fingið prógv um 17 dømi um tjóvarí – møguliga koma fleiri, sigur vaktleiðarin, sum eisini upplýsir, at talan er um ein mann í sekstiárunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald