2018-12-28 10:28
Í gjárkvøldið varð ein maður funnin uttan vit á gøtuni í Havn.
Fólkini, sum funnu mannin, ringdu til løgregluna at boða frá manninum, og løgreglan sendi boð eftir sjúkrabili at fara eftir manninum.
Maðurin hevur verið áhaldsin og er dottin. Hann hevur verið so óheppin at hann hevur smekkað høvdið í og hevur tá mist vitið. Løgreglan heldur ikki at nakað illgrunasamt er farið fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald