Innanlands

Maður legði seg at sova mitt á vegnum

Ein bilførari varnaðist mannin og ringdi eftir løgregluni, tá tað ikki eydnaðist honum at fáa mannin á føtur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-17 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan eitt í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður hevði lagt seg at sova mitt á landsvegnum í Hvalvík.

Tað var ein bilførari,  sum varnaðist mannin, tá hann kom koyrandi, og hann royndi so at vekja mannin, sum varð í øðini og ikki vildi flyta seg.

Bilførarin gjørdi so av at seta bilin fyri, so maðurin ikki skuldi verða yvirkoyrdur har hann lá, og síðani ringdi hann eftir løgregluni.

Løgreglan kom á staðið og fekk mannin á føtur.

- Hildið var, at maðurin møguliga hevði sligið høvdið, og tí var avgerð tikin um at koyra hann á skaðastovuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Maðurin hevði tó eingi serlig mein, so aftaná varð hann koyrdur heim.

Klokkan tjúgu minuttir yvir eitt var løgreglan biðin um at koma til Kiosk Vár í Klaksvík í sambandi við eina ósemju millum nakrar ungdómar. Løgreglan kom á staðið og prátaði við tey, og bað tey fara til hús. Hetta hevði sum so ikki nakað uppá seg, sigur løgreglan.

Løgreglan var eisini úti og vitjaði skeinkistøð í nátt fyri at kanna, um alt var eftir forskiftunum, og har var einki at finnast at.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder