Løgreglan hevði úr at gera í nátt í sambandi við at rættiliga nógv fólk vóru í býnum í Havn og hildu 2. jólakvøld.
Men kvøldið spældi friðarliga av, og ongin tilburður av harðskapi er at frætta úr býnum.
Hinvegin var ógvuliga hált, og nógv fólk vórðu flutt á skaðastovuna, sum vóru dottin. Sjúkraflutningstænastan hevði úr at gera, og løgrerlan tók sær eisini av onkrum flutningi út á skaðastovuna á Landssjukrahúsinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Eisini vóru tað fleiri, sum vórðu dottin av, og slíkt ber jú ikki til í hesum kuldanum, sum vaktleiðarin tekur til. Samstundis rósar løgreglan fólkum, sum geva boð frá sær, um tey síggja onkran liggja hjálparleysan úti í slíkum kulda.
Svav í skeivari song
Eina øðrvísi hending kundi løgreglan fortelja um. Tað var í morgun um hálvgun seks tíðina, at ein persónur fann ein ókendan persón liggja og sova í song sínari.
Talan var um ein gest í býnum, sum hevði fingið innivist í grannalagnum. Men hann hevði ikki funnið heim til rætta hús í nógva kavanum, og varð tí vaktur í skeivari song. Tað eydnaðist viðkomandi, nývaknaður og snópin, at finna fram til røttu songina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald