Nicolas Maduro, forseti í Venesuela skal sambært fleiri miðlum fyri rættin í New York í dag.
Sambært CNN verður rættarfundurin umleið á middegi amerikanska tíð, sum er klokkan 17 føroyska tíð.
Tað var leygarnáttina, at USA framdi álop á Venesuela og tók forsetan og konu hansara, Cilia Flores til fanga og flutti tey til USA.
Maduro er skuldsettur fyri m.a. smugling av kokaini.
Les eisini: Maduro skuldsettur fyri smugling og varðveitslu av vápnum
Sambært amerikanska løgmálaráðharranum, Pam Bondi eru bæði Maduro og kona hansara skuldsett í málinum. Hjúnini eru í løtuni í varðhaldi í býarpartinumBrooklyn í New York.
Maduro og Flores vóru í heimi teirra á herstøðini Fuerte Tiuna í høvuðsstaðnum í Venesuela, Caracas, tá tey vórðu tikin av amerikanska herinum.
Sambært USA hevur álopið verið lagt til rættis í fleiri mánaðir, skrivar Ritzau.
Les eisini: Venesuela: Varaforsetin virkandi forseti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald