Innanlands

Maduro setir forðingar fyri neyðhjálp til Venesuela

300.000 fólk í vanda fyri at doyggja, um neyðhjálpin ikki sleppur fram, sigur andstøðuleiðarin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-07 07:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stríðið um valdið í latínamerikanska landinum, Venesuela, herðist. Nú hevur landsins sitandi forseti, Nicolás Maduro, sent herin til markið millum Cúcuta í Kolombia og Ureña í Venesuela fyri at forða fyri, at neyðhjálp og onnur veiting sleppur inn í landið um brúnna millum báðar markabýirnar.

Í gjár ætlaði andstøðan í landinum av skipa fyri at neyðhjálp kom til landið, men hermenn hava stongt vegin við einum stórum tangabili og tveimum bingjum.

Andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, sum ynskir at taka yvir valdið í landinum, hevur sagt, at fleiri túsund lív í Venesuela eru í vanda.

- Vit liva í einum einaveldi. Vit mugu seta tiltøk í verk, so neyðhjálpin kemur fram til tey, ið treingja. 300.000 landsmenn eru í vanda fyri at doyggja, um neyðhjálpin ikki kemur fram, sigur Guaidó.

Reuters tíðindastovan skrivaði týsdagin, at USA hevur sent mat og heilivág avstað, sum Guidó ætlaði at fáa inn í landið gjøgnum markaliðið við Cúcuta.

Nicolás Maduro, forseti, sum berjist fyri at varðveita landið sigur at neyðhjálpin bert er ein ábending um tað, hann nevnir eina amerikanska innrás í landið til tess at fáa hendur á oljuni í landinum.

- Trump er altráður eftir at stjala oljuna frá okkum, men Venesuela og tess fólk eigur oljuna í allar ævir, segði Maduro í eini sjónvarpsrøðu.

Í gjárkvøldið skrivaði trygdarráðgevin hjá Trump, John Bolton, á Twitter, at tey í Washington umhugsa tiltøk móti hernaðarleiðarunum í Venesuela, sum ikki vilja stuðla Juan Guaidó sum forseta í Venesuela. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder