Innanlands

Koyrandi aftur í Kollafjarðartunlinum

Ov nógv gass var í tunlinum, og tað varð tí ikki mett ráðiligt at koyra gjøgnum tunnilin. Nú er koyrandi aftur

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2023-03-12 17:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 17:15: Nú er koyrandi í Kollafjarðartunlinum.

---


Upprunaliga kl. 15:45: Tað er ikki ráðiligt at koyra ígjøgnum Kollafjarðartunnulin í løtuni, har er so nógvur gass í tunnlinum, sigur Landsverk í fráboðan á heimasíðuni seinnapartin.

Løgreglan sigur, at nógvur oljuluktur og ringt sýni er í tunlinum.

Koyrast kann eftir Oyggjarvegnum.

Væntandi verður koyrandi aftur um nakrar tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder