Innanlands

Mæla frá allari koyring

Hetta til áleið klokkan níggju ella tíggu. Løgreglan hevur júst sent hesa fráboðan út - tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landi

2023-02-08 06:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið heilt ringt veður síðani seinnapartin í gjár, og tað er framvegis nógvur vindur kring landið - tað er í roynd og veru verri nú enn í gjárkvøldið. 

Koyrilíkindini eru sera ring. Sagt verður frá hvøssum stormi í hvirlunum nógvastaðni, og mælir løgreglan nú frá allari koyring.

- Tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landi. Vit mæla frá allari koyring fram til áleið kl. 09.00/10.00 í dag.

Sí feskastu koyrilíkindi frá Landsverk her

Hetta hevur Føroya Politi júst nú lagt út, og greiðir vaktleiðarin Portalinum frá, at støðan ikki er vandaleys, sum nú er. 

Sagt verður eisini, at vónað verður at tað byrjar at batna um einar tveir tímar. 

Løgreglan hevur fingið umleið hundrað fráboðanir viðvíkjandi veðrinum síðani klokkan seks í gjárkvøldið. Tíbetur er eingin fólkaskaði harímillum.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder