Innanlands

Mælir landsstýrinum at skipa fyri friðarráðstevnu

Tveir mánaðir eru gingnir síðan friðargonguna í Havn. Henrik Weihe Joensen, fyriskipari, hevur nú sent stríðandi pørtunum í Ukraina og Miðeystri einsljóðandi brøv

2024-09-24 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Kríggini hótta nú av álvara heimsfriðin í takt við ein alsamt harðari orðaleik og polarisering, har fólkasløg verða sett upp móti hvørjum øðrum við fígginda- heldur enn vinamyndum. Tí hava politisku ábyrgdarhavararnir um okkara leiðir eisini eina skyldu at vera við til at tryggja heimsfriðin.

Tað heldur Henrik Weihe Joensen, sum beint fyri ólavsøku skipaði fyri eini fjølmentari friðartiltaki í Havn, sum varð hildið á Vaglinum og úti á Tinganesi.

Hann hevur tí mælt landsstýrinum til at skipa fyri einum friðarráðstevnufundi í Føroyum, har viðkomandi politisku leiðslur luttaka, og har skjøtul kann verða settur á friðartilgongdir og vápnaavdubbing í krígsraktu økjunum.

Men, landsstýrið hevur ikki vent aftur viðvikjandi umbønini um fund í hesum sambandi.

[object Object]Friðargongan í Tinganesi 24. juli 2024

Soleiðis skrivar Henrik Weihe Joensen í einum tíðindaskriv í dag, nú tveir mánaðir eru farnir síðan friðargonguna.

Friðargongan hevði til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Fólk møttu væl upp, og hóast sjónarmiðini eru ymisk, savnaðust fólk í virðing fyri hvørjum øðrum og teimum túsundtals fólkum, ið eru rakt av kríggjunum.

Sum ein uppfylging á friðargonguna eru seinastu tíðina einsljóðandi brøv send til viðkomandi politisku leiðarar. Í brøvunum er ein kunning um friðargonguna og endamálið við henni, umframt ein áheitan á politisku leiðararnar um beinanvegin, at raðfesta friðartilgongdir og vápnaavdubbing.

Brøvini eru send til forsetarnar í Russlandi, Ukreina, Palestina og USA, ávíkavist Vladimir Putin, Volodymyr Zelenskyj, Mahmoud Abbas og Joe Biden. Aðalskrivararnar í ST og NATO, ávíkavist António Guterres og Jens Stoltenberg. Forsætisráðharrarnar í Danmark og Ísrael, ávíkavist Mette Frederiksen og Benjamin Netanyahu. Løgmann, Aksel V. Johannesen og uttanríkisráðharrarnar í Føroyum og Danmark, ávíkavist Høgna Hoydal og Lars Løkke Rasmussen, umframt forsetan í Norðurlandaráðnum, Bryndís Haraldsdóttir.

Sí eisini: Næsta stig er friðarráðstevnufundur í Føroyum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder