Uttanlands

Magdalena Andersson fær ikki skipað stjórn

Í dag boðar forkvinnan í svenska flokkinum Socialdemokraterna frá, at hon gevst við royndini at skipa stjórn.

Magdalena Andersson var forsætisráðharri frá 2021 til 2022 (Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix)

Magdalena Andersson var forsætisráðharri frá 2021 til 2022 (Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix)

2026-09-28 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Magdalena Andersson, forkvinna í svenska flokkinum Socialdemokraterna gevst við royndini at skipa stjórn.

Eftir at reyðgrøni vongurin fekk tepran meiriluta á svenska tjóðartingsvalinum fyrr í hesum mánaðinum, fekk fyrrverandi svenski forsætisráðharrin aftur møguleika at royna at skipa stjórn, men royndirnar hava ikki borið á mál.

– Tað finst í løtuni eingin møguleiki fyri, at eg kann skipa eina stjórn, sigur Andersson sambært Ritzau.

Á valinum í Svøríki 13. september fekk reyðgrøni vongurin 176 umboð í svenska Riksdagen, meðan borgarligi vongurin fekk 173 umboð.

Socialdemokraterna gjørdist størsti flokkur við 28 prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder