Mánadagin kl. 16 verður 1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða tey trý Øssur Winthereig, Magna Eliana Mørkøre og Marita Rasmussen.
Øssur er journalistur. Hann hevur verið næstformaður í Starvsmannafelagnum og í Miðlafólkafelagnum og var tíðindaleiðari í sjónvarpinum. Seinastu árini hevur hann mest arbeitt sum fríyrkisjournalistur.
Magna er sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum í VEKS og hevur master í heilsuvísindi.
Marita er fiskivinnufrøðingur, var stjóri í Vinnuhúsinum í nógv ár og er nú stjóri á Havstovuni.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag. Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Tey, sum skipa fyri, eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald