- Høvuðsmálið er at flyta mál heim til Føroyar.
Tað sigur Magni Arge, fólkatingsumboð fyri Tjóðveldi, nú fólkatingsval er lýst at verða grundlógardagin 5. juni. Magni Arge sigur, at flokkurin ikki fer at hava nakað beinleiðis høvuðsvalevni, hóast hann hevur sitið á fólkatingi seinastu 4 árini.
- Men eg eri klárur til eina setu afturat, sigur hann.
Hóast Magni Arge sigur, at høvuðsmálið við at arbeiða á Fólkatingi er at flyta málsøkir heim til Føroyar, viðgongur hann, at hettar fyrst og fremst verður gjørt í Føroyum.
- Men um tú skalt hava vald úr hondunum á onkrum, er tað týdningarmikið, at tú eisini tosar við tey, tú skalt hava valdið úr hondunum á, sigur hann.
Nakað síðani var ófriður í Tjóðveldi, tí hóast flokkurin á flokstingi hevði avgjørt at stilla upp til fólkatingsval, valdi Páll á Reynatúgvu, tingfólk fyri flokkin, at leggja uppskot fram um at avtaka fólkatingssessirnar. Magni Arge heldur, at tað er týdningarmikið at vera á fólkatingi, tá vald enn liggur har.
- Tað verða ein rúgva av málum viðvíkjandi uttanríkispolitikki, hernaðarpolitikki og øðrum, sum eisini ávirkar Føroyar, viðgjørd á Fólkatingi. Tí er tað eisini týdningarmikið, at vit allatíð eru á varhaldi, sigur Magni Arge, sum leggur afturat, at hann heldur Tjóðveldi verð besta flokkin at tryggja hetta varhald.
- Um vit ikki eru har, lata vit valdið upp í hendurnar á samríkjaflokkum, sigur fólkatingsmaðurin. Hann nevnir eisini eitt annað mál sum grund til, at Tjóðveldi skal endurveljast á Fólkating.
- Tað er eisini umráandi, at vit fáa danir at lýsa føroyska sjálvavgerðarrættin. Hóast danskir politikkarar siga, at vit hava sjálvavgerðarrætt, haldi eg, at teit eiga lýsa hann skrivliga, sigur Magni Arge at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald